Nýggjastu tíðindi

Dagførd økisnavnaumsiting

Økisnavn.fo er nú dagført við nýggjum hentleikum og enn betri trygd. Hetta er enn eitt stig á leiðini hjá navnaøkisveitaranum, fyri at tryggja, at føroysku navnaøkini verða umsitin í best…

Sí meira

Føroyskir stavir

Í 2020 varð latið upp fyri at brúka føroyskar stavir í økisnøvnum. Brádliga kundu stavirnir ð, ó, ý, á, í, ø, æ, ú nýtast til at gera økisnøvnini føroysk, so at…

Sí meira

Hvat er DNSSEC?

DNSSEC (Domain Name System Security Extensions) er við til at tryggja, at økisnavnið vísir til røttu heimasíðuna. Tá DNSSEC er aktiverað, er atgongdin til tína heimasíðu tryggjað við einum lykli, so tey vitjandi ikki kunnu beinast til eina falska síðu.

Tosa við tín heimasíðuveitara, og bið tey virkja DNSSEC á tínum økisnavni.

Skalt tú stovna fyritøku? Minst til økisnavnið

Mong stovna sær fyritøku uttan at kanna, um økisnavnið er tøkt. Tá fyritøkan er stovnað og pappírini eru klár, kann tað tískil henda seg, at økisnavnið er tikið. Tí er tað av stórum týdningi fyrst at kanna, um økisnavnið sum tú ætlar tær, er tøkt.

Fyri at stovna eitt økisnavn, er neyðugt við einum brúkara á økisnavn.fo. Tá tú hevur stovnað tær ein ókeypis brúkara, kanst tú keypa tær eitt økisnavn.